Skip to product information
Girl wearing a black top and red and black striped skirt against a striped wall.

Niðurdeilur til smágentu

Fittur niðurdeilur til smágentuna, sum tekur støði í vakra, vovna mynstrinum í ullinta skjúrtinum til føroysk klæði.
55,00 kr

Stødd: 1-2 ár (2-3 ár) 3-4 ár

Mát:

  • Heil longd: áleið 26 cm (31 cm) 35 cm (mátini eru tikin eftir at plaggið er gjørt til og pressað)
  • Breidd: áleið 24 cm (26 cm) 28 cm (mátini eru tikin eftir at elastikkið er koyrt í)

Tógv:

  • 50 g av Isager Trio 1 í litinum "Ink" (svart)
  • 50 g av Isager Trio 1 í litinum "Strawberry" (reytt), "Indigo" (blátt) ella "Bottle green" (grønt)
  • 25 g av Isager Silk Mohair í litinum 30 (svart)
  • 25 g av Isager Silk Mohair í litinum 32 (reytt), 54 (blátt) ella 56 (grønt)

Annað tilfar:

  • Elastikk, 30 mm í longdini 48 cm (52 cm) 54 cm
  • 2 knappar, um tú ynskir tað

Stokkar: 4 mm & 6 mm

Bindifastleiki: 20 eygu x 30 umfør = 10cm x 10cm

Niðurdeilurin verður bundin runt, uppifrá og niður

Uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Emmu.

Nýt #NiðurdeilurTilSmágentu tá ið tú deilir myndir av niðurdeilinum á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like