Skip to product information
1 av 9

Nissuhúgva

Nissuhúgva

Javni

Ein klassisk nissuhúgva við einum sermerki. Hon hevur tvær ymiskar longdir. Upplagt at brúka restir ella stuttligt tógv til húgvuna.

Vanligur prísur 0,00 kr
Vanligur prísur Tilboðsprísur 0,00 kr
Tilboð Útselt
Taxes included.

Støddir: 1 (2)

Mát: Passa til høvuðmát uml 50-54 (54-57) cm

Stokkar: Rundstokk 40 cm 4,5 og 5,5 mm

Tógv:

  • Litur 1: 100 g av Jensen frá Isager saman við einari hespu av mohair frá Hespan
  • Litur 2: 50 g av Jensen frá Isager saman við einari hespu av mohair frá Hespan

Bindifastleiki: 16 eygu bundin slætt = 10 cm breitt / 19 umfør = 10 cm á stokki 5 mm

Viðmælta tógvið er fyri at vísa hvussu nógv tógv tú brúkar til nissuhúgvunar. Húgvurnar eru sniðgivnar soleiðis, at tú kanst brúka ein ullintan tráð til grundlit saman við einum tynnri tráði av t.d. mohair ella alpakka. Húgvurnar eru væl eygnaðar til restir.

Deil tína útgávu av nissuhúgvuni við at nýta #NissuhúgvaJavni á instagram.

Vár Solbjerg Hansen hevur vegna Uppskrift.fo skrivað uppskriftina fyri Javna. Uppskriftin er framleidd serliga við árligu jólasøluni hjá Javna fyri eyga, men øll kunnu brúka hesa uppskriftina. Les meira um jólasøluna og hvussu tú kanst lata húgvur her.

Uppskriftin má gjarna avritast ella deilast út.

Hetta er ein talgild vøra. Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, fært tú uppskriftina senda beinleiðis til tín teldupost.

Vís nágreining