Melda teg til tíðindabrævið
Nissuhúgva
Støddir: 1 (2)
Mát: Passa til høvuðmát uml 50-54 (54-57) cm
Stokkar: Rundstokk 40 cm 4,5 og 5,5 mm
Tógv:
- Litur 1: 100 g av Jensen frá Isager saman við einari hespu av mohair frá Hespan
- Litur 2: 50 g av Jensen frá Isager saman við einari hespu av mohair frá Hespan
Bindifastleiki: 16 eygu bundin slætt = 10 cm breitt / 19 umfør = 10 cm á stokki 5 mm
Viðmælta tógvið er fyri at vísa hvussu nógv tógv tú brúkar til nissuhúgvunar. Húgvurnar eru sniðgivnar soleiðis, at tú kanst brúka ein ullintan tráð til grundlit saman við einum tynnri tráði av t.d. mohair ella alpakka. Húgvurnar eru væl eygnaðar til restir.
Deil tína útgávu av nissuhúgvuni við at nýta #NissuhúgvaJavni á instagram.
Vár Solbjerg Hansen hevur vegna Uppskrift.fo skrivað uppskriftina fyri Javna. Uppskriftin er framleidd serliga við árligu jólasøluni hjá Javna fyri eyga, men øll kunnu brúka hesa uppskriftina. Les meira um jólasøluna og hvussu tú kanst lata húgvur her.
Uppskriftin má gjarna avritast ella deilast út.
Pickup currently not available
Virðing
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.