Skip to product information
Child wearing a green knitted balaclava outdoors

Nykursrósa - brølapa

Nykursrósa er bundin við tveimum træðrum, men kann eisini bindast við einum. Tá verður hon ein tunn summar-brølapa góð at sova í og at verja høvdið ímóti sólini.
50,00 kr

Støddir: 3-6 mðr (6-12 mðr) 12-18 mðr (2-3 ár)

Tógv: 50 g av Sandnes Garn Sunday (50 g = 235 m) saman við 25 g av Sandnes Garn Tynd Silk Mohair (25 g = 212 m) ella 25 g av Leonora by Permin (25 g = 180 m) saman við 25 g av Sandnes Garn Tynd Silk Mohair (25 g = 212 m)

Stokkar: rundstokkar std. 3 mm, 40 cm og 60 cm

Viðmerkingar: Húgvan verður bundin úr neðra og upp. Hon verður bundin út í nakkanum, sum verður formaður við sviki. Eisini verður hon bundin aftur og fram og niður í pannuna.
Hendan uppskriftin er til royndar bindarar.

Hendan uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Sonju.

Nýt #Nykursrósa tá ið tú deilir myndir av brølapuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like