Uppskrift.fo Uppskrift.fo
Valmynd Valmynd
Melda teg til tíðindabrævið
Støddir: XS/S (M) L (XL)
Longd: uml. 46 (53) 55 (57) cm
Ummál: uml. 80 (108) 112 (124) cm
Ermalongd: 44 (46) 48 (51) cm
Stokkar: Rundstokkar std. 8 mm og 15 mm, 60 cm
Tógv: 3 (5) 5 (5) noðu av Navia Perla ella 2 (2) 2 (2) noðu av Bella by Permin. Perla verður bundið við dupultum tráði, men Bella verður bundið við einkultum tráði.
Torleikastig: lætt
Troyggjan verður bundin niðrifrá og upp. Erman er bundin uppifrá og niður við at taka eygu uppá frá ermaholinum.
Hendan uppskriftin er royndarbundin.
Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Noðastovu
Brúka #Perlutroyggjan tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.
Pickup currently not available
Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.
Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.
Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.