Skip to product information
White crochet hat with red and blue stripes on a wooden surface

Ribbaldshattur í føroysku litunum

Ein hekklaður føroyskur ribbaldshattur í føroysku litunum. Er góður at fara í til landsdyst. Uppskriftin er løtt at bæði fylgja og hekkla.
45,00 kr

Stødd: Vaksin

Passar til høvuðmát: 54-58 cm

Tógv: Karen Klarbæk bummull 8/4 (50 g = 170 m). Tað verður hekklað við
dupultum tráði.

Nøgdir: 100 g av hvítum (Optical white), 50 g av reyðum (Dahlia red) & 50 g av bláum
(Cobalt)

Vegleiðandi hekklinál: 4 mm

Uppskriftin er royndarbundin.

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Emmu.

Nýt #RibbaldshatturÍFøroyskuLitunum tá ið tú deilir myndir av hettuni á sosialum miðlum.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like