Skip to product information
Sloyfa

Sloyfa

Fitt og pyntelig uppskrift til eina sloyfu sum er framleidd til endamáls at savna pening in til Krabbameinsfelagið
35,00 kr

Hettar er ein uppskrift, sum er framleidd við tí endamálið, at stuðla tí arbeiðinum sum krabbameinsfelagið ger, á krabba og tær fylgjurnar sum standast av krabbamein.

Sloyfan sjálv er hugsað sum eitt prýðið, sum kann nýtast á ymiskan hátt. Uppskriftin vísir hvussu tú kanst gera eina brosju. Tað er bert eitt av mongum uppskotum, uppá hvussu hendan fitta sloyfan kann gagnnýtast. Vit ynskja tær ein góðan bindihug og takka fyri stuðulin.

Tú kanst brúka tað tógv og teir stokkarnar sum tú hevur hug til.

Sloyfurnar á myndunum eru bundnar við 4mm, 3mm og 1 mm stokkum.

Sloyfurnar sum eru bundnar við 4 mm, blíva uml 8 cm í hædd. Men tað velst um hvat tógv tú nýtir. 

Tað eru eitt hav av litum sum blíva brúktar til hesar sloyfurnar, allar umboða ymisk sløg av krabba, so tu kanst binda allar litir sum tú hevur hug til, ella ynskir at varpa ljós á.

Inntøkurnar fyri søluna av uppskriftini, fara óskerdar til Krabbameinsfelagið

 

 

 

 

Hettar er ein talgild vøra 

Uppskriftin verður síðani send til innskrivaðu teldupostadressuna.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like