Skip to product information
Stjørnutroyggja við puffermum

Stjørnutroyggja við puffermum

Stjørnutroyggja við puffermum er bundin sum tann klassiska Stjørnutroyggjan, men ístaðin fyri raglan hevur hon uppísettar puffermar. Hettar ger hana ørðvísi, pyntiliga við einum eyka femininum look.
50,00 kr

Støddir: 2-3 ár (4-5 ár) 6-7 (8-9) ár

Mát: Breidd: 30 (34) 37 (40) cm

Tógv: Sunday (235 m = 50 g) saman við Tynn silk mohair (212 m = 25 g), bæði frá frá Sandnes Garn

Tógvnøgdir:

  • Sunday
    • Botnlitur: 100 (100) 150 (200) g
    • Mynsturlitur: 50 g
  • Tynn silk mohair
    • Botnlitur: 50 (50) 75 (100) g
    • Mynsturlitur: 25 g

Stokkar: std. 4 mm og 4,5 mm, ermastokkar og rundstokkar 60 cm

Bindifastleiki: 20 eygu = 10 cm á stokkum 4,5 mm

Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Kotið

Hendan uppskriftin er royndarbundin.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like