Skip to product information
Súsonnusokkar

Súsonnusokkar

Hesir fittu sokkarnir kunnu vera tjúkkir ella tunnir, alt eftir hvat tær lystir. Teir eru serliga góðir til innanduranýtslu, eins og skóleistar.
35,00 kr

Støddir: One size (ein stødd)

Støddin í uppskriftini er one-size, men sokkarnir eru lættir at tillaga til allar støddir, og greitt verður frá tillagingum so hvørt. Uppskriftin hóskar væl til miðal-royndar bindarar.

Stokkar: Ermastokkar ella langur rundstokkur std. 3,5 mm og 4,0 mm

Tógv: Tjúkt hosutógv ella tveir træðrir av tunnum hosutógvi

Nýt #Súsonnusokkar tá ið tú deilir myndir av sokkunum á sosialum miðlum.

Súsanna Mørkøre hevur sniðgivið hosurnar.

Allar uppskriftirnar, sum vit selja, eru talgildar.
Tá ið tú keypir uppskriftina, verður hon send til teldupostadressuna, sum tú tøppar inn.

Virðing

Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, stuðlar tú einum sniðgeva, sum hevur brúkt nógva tíð og orku (og evt. pening) upp á at gera uppskriftina.

Vís virðing við ikki at avrita uppskriftina ella lata øðrum hana, og sel ikki pløgg, sum eru bundin eftir uppskriftini.

You may also like