Jól í juli - Hvat skal eg binda til hvønn?

Jól í juli - Hvat skal eg binda til hvønn?

Í fyrra parti av røðini jól í juli, umrøddu vit fleiri fyrimunir við at byrja uppá bundnar jólagávur longu í juli. Men vit ætla okkum ikki at sleppa tykkum uppá fjall soleiðis. 

Tá vit skulu í holt við at binda jólagávur er ikki altíð lætt at velja, hvat skal bindast til hvønn, tí tað eru ikki øll, ið ynskja sær tað sama. Summi elska eina stóra troyggju at balla seg í og onnur ynskja sær einar væl sitandi hosur. 

Fyri at hjálpa tykkum, hava vit savnað nøkur hugskot til íblásturs: 

Leinkjurnar leiða teg beinleiðis til uppskriftina ella undirbólkin

 

Til vinkonuna, ið altíð er køld

Til mannin, sum ongantíð ynskir sær nakað

Til hana, ið altíð hjálpir øðrum

Til mammuna við smáum børnum

Til ommubarni

Til arbeiðsfelagan

Til nýggja familjulimin


Finn enn fleiri bindi- og hekliuppskriftir á nethandlinum og ger eina jólagávu til ein, ið tú hevur kæran.

 

Niðurteljing: 164 dagar til jólar!